140x140

Veðurlagssáttmálin

Longu mitt í 19. øld var greitt, at innihaldið av CO2 í lofthavinum var við til at ávirka hitajavnvágina á jørðini, og í 1930-árunum vórðu fyrstu útrokningarnar av avleiðingunum av mannaelvda útlátinum gjørdar. Men tað var ikki fyrr enn í 1980 árunum, aftan á, at Brundtland -frágreiðingin var komin, at politisk stig vórðu tikin til at gera nakað munagott við alheims upphitingina.
 

Í 1988 varð millumtjóða veðurlagspanelið, IPCC, sett á stovn. Endamálið var at skapa eitt vísindaligt grundarlag fyri einum alheims átaki móti mannaskaptum veðurlagsbroytingum.

Í 1990 avgjørdi ST-aðalfundurin, at gerast skuldi ein veðurlagssáttmáli, og á ST heims-topp-fundinum í Rio í 1992, varð ST veðurlagssáttmálin, United Nations Framework Convention on Climate Change (UNFCCC), undirskrivaður av 154 statum.

Sáttmálin hevur sum endamál at tryggja nøgdina av vakstrarhúsgassi í lofthavinum á einum støði, sum kann forða fyri skaðiligari mannaelvdari ávirkan á veðurlagsskipanina. Hetta skal henda so mikið skjótt, at vistskipanirnar kunnu laga seg soleiðis, at matframleiðslan ikki verður hótt og at fíggjarliga menningin kann fara fram á einum burðardyggum grundarlagi.

Ein sera týdningarmikil grundregla í veðurlagssáttmálanum, er grundreglan um felags, men ymiska ábyrgd (á enskum Common But Differentiated Responsibility). Tað merkir, at øll lond hava eina felags ábyrgd fyri at gera nakað at forða fyri veðurlagsbroytingum, men ymiskar skyldur.

Hægsti myndugleikin undir sáttmálanum er partsráðstevnan, Conference of the Parties (COP), sum verður hildin á hvørjum ári, og skal virka fyri at tulka og útfylla sáttmálan.

Føroyar eru fevndar av veðurlagssáttmálanum.
 

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

Veðurlagssáttmálin